Dýrt kríggj

Eitt yvirlit hjá amerikonsku Kongressini vísir, at kríggið í Irak hevur kostað amerikonsku skattgjaldarunum 291 milliardir dollarar higartil.

Kongressin væntar, at Irak-kríggið verður tað næstdýrasta í amerikonsku søguni, tí ein framrokning vísir, at kríggið fer helst at kosta einar 500 milliardir dollarar, um teir seinastu amerikonsku hermenninir verða tiknir úr Irak í 2009, og um afturtøkan byrjar næsta ár. Tekur afturtøkan meiri enn trý ár, fara útreiðslurnar av krígnum ætlandi at koma upp á slakar 700 milliardir dollarar, stendur í yvirlitinum hjá Kongressini.

Yvirlitið hjá Kongressini staðfestir, at Irak-kríggið hevur longu kostað USA munandi meiri, enn amerikanska stjórnin hevði roknað við. Enn hevur kríggið í Irak ikki kostað líka nógv sum Vietnamkríggið, ið kostaði USA 600 milliardir dollarar, men politiskir serfrøðingar hava leingi sagt, at Irakkríggið verður tað dýrara, tá saman um kemur, skrivar AP úr Washington.