Tíggjunda dagin á rað fall virðið á partabrævamarknaðinum í Keypmannahavn í dag, og hetta er fyrstu ferð síðani 1992, at virðið er fallið so nógvar dagar á rað. Dagurin byrjaði við falli oman fyri fimm prosent, og tá dyrnar lótu aftur seinnapartin, vísti uppgerðin 3,7 prosent tann skeiva vegin.
Greinarar væntaðu annars, at kursirnir fóru at javna seg, tá tað frættist, at arbeiðsloysið í USA er minkað tann seinasta mánaðin, men eftir ein stuttan steðg fullu teir donsku kursirnir aftur. Júst hetta vísir, at tað skal nógv til at venda gongdini, siga greinararnir.
Tann størsti taparin á keypsskálanum í Keypmannahavn í dag var fyritøkan Novo Nordisk, sum misti meiri enn 20 milliardir krónur av sínum virði eftir bara einum degi.
DR skrivar, at teir seinastu 10 dagarnar er vísitalið fyri partabrøvini í 20 teimum størstu fyritøkunum í Danmark fallið 14 prosent.