Dóttir John Petersen kært løgreglumenn

Miðlingadóttur John Petersen hevur nú sent kæru til fútan um viðferðina hon fekk undir avhoyringunum seinasta heyst á løgreglustøðini í Havn

Í farna mánaði kærdi sonur John Petersen viðferðina familjan hevur fingið av løgregluni í sambandi við neyðtøkumálið ímóti John Petersen, og nú hevur miðlingadóttirin eisini kært. Hon hevur sum tann einasti í húskinum hjá John Petersen verið til avhoyringar í sambandi við málið. Sambært henni vóru avhoyringarnar ikki hissini mjúkar. Endamálið við kæruni er, at løgreglumenninir, sum stóðu fyri avhoyringunum, skulu standa til svars og verða átalaðir á røttum stað.

Tað er eftir at hava ráðført seg við sakførara, at dóttur John Petersen kærir. Hon sigur í kæruni, at løgreglan hevur ikki hildið seg til tær reglur, sum eru galdandi fyri teirra arbeiði. Tveir løgreglumenn komu inn heima við hús hjá John Petersen uttan at nakar varnaðist. Ørindi teirra vóru at fáa miðlingadóttrina á løgreglustøðina. Hóast hon fegin vildi geva boð frá sær, slapp hon ikki. Hon fekk onga fráboðan um, hvat var á vási, ella hvat teir vildu sær. Hon var bangin og heilt vís í, at hon var handtikin, soleiðis sum teir bóru seg at.

Sambært kæruni trúttaðu løgreglumenninir undir avhoyringunum í tríggjar tímar, at pápin hevði forbrotið seg inn á seg, og at hon hevði fingið framt fosturtøku. Eisini søgdu teir, at hann hevði verið ónærisligur mótvegis hinum systkjunum og við síni egnu systkin. Tað einasta hon skuldi siga, var at vátta hesum, so slapp hon.

- Eg fekk ongantíð nakað sum helst at vita um, at eg ikki hevði skyldu at koma við á politistøðina og eg fekk ongantíð nakað at vita um, at eg heldur ikki hevði skyldu at siga nakað við løgregluna, greiðir hon frá í kæruni.

Miðlingadóttur John Petersen metir, at framferðarhátturin hjá báðum løgreglumonnunum er grovur ágangur mótvegis sær og familjuni. Frá advokati hevur hon fingið at vita, at framferðarhátturin er grovt brot á lógina í fleiri førum. Løgreglan hevði eitt nú skyldu at upplýsa, hvørjar skyldur hon hevði.

Vanliga viðger lokalnevndin, sum er mannað við løgreglufólki, sakførara, fútanum og trimum løgtingsfólkum, kærur um framferðarhátt løgreglunna. Kæran hjá soni John Petersen varð kortini mett at vera so mikið álvarsom, at fútin valdi at senda hana til ríkisadvokatin til viðgerðar. Tríggjar dagar eftir hon varð send lokalnevndini, fekk familjan bræv um, at kæran varð send víðari til ríkisadvokatin. Nú eru góðar tvær vikur farnar síðani miðlingadóttir John Petersen sendi kæruna, men enn hevur familjan einki frætt.