Dótturin tekur við eftir pápan

Víkingur hevur havt aðalfund og ein broyting er í nevndini

Í farnu viku viku hevði Víkingur aðalfund. Brandur Jacobsen, formaður í felagnum,  greiddi frá gongdini bæði bygnaðarliga og ítróttaliga í felagnum. Roknskapurin varð lagdur fram og góðkendur.

 

Á fundinum bleiv sitandi nevnd afturvald, umframt hetta var Elin Vatnhamar Olsen vald fyri Ólavur F. Olsen sála. Sostatt tekur dótturin við eftir pápanum, sum øll árini hevur sitið í nevndini.

 

Nevndin hjá Víkingi :

Brandur Jacobsen, formaður

Ólavur Thomsen, næstformaður

Ovi Heinesen, skrivari

Hanna E. Olsen, nevndarlimur

Jeffri Olsen, nevndarlimur

Elin Vatnhamar Olsen, nevndarlimur