Dávur Reinert Hansen gevst sum stjóri í Vágafloghavn

Dávur Reinert Hansen gevst sum stjóri í Vágafloghavn. Hetta boðar nevndin í P/F Vágafloghavn frá, sum hevur sent soljóðandi stutta tíðindaskriv út:

»Nevndin í P/F Vága Floghavn boðar við hesum frá, at Dávur Reinert Hansen, forstjóri felagsins, eftir avtalu partanna millum hevur valt at gevast sum stjóri felagsins. Til nevndin hevur sett nýggjan forstjóra verður Finnbogi Niclasen tí einasti stjóri felagsins«

Tað er nevndarforkvinnan í Vágafloghavn, Kitty-May Ellefsen, sum stendur undir tíðindaskrivinum, har ikki verður komið nærri inn á orsøkina, hví Dávur Reinert Hansen gevst sum stjóri í Vágafloghavn.