Daewoo, sum er eitt lutfalsvís nýtt bilmerki um okkara leiðir, verða gjørdir í Suðurkorea. Tacuma er tann nýggjasti bilurin á skránni hjá Daewoo fyri Europa, har hann kemur at kappast við eitt nú Renault Scenic, sum teir eisini hava brúkt sum fyrimynd
Bilar
Magnus Gunnarsson
Gott brúksvirði
Tacuma er ein væl innrættaður 5 persóna bilur, sum er gjørdur til nógv ymisk endamál. Innan virkar Tacuma sum ein stórur bilur við góðum brúksvirði, har man situr væl og høgt í setrunum, bæði framman og aftan. Framsetrini hava fleiri møguleikar til innstilling, og instrumentbrettið er væl skipað, lætt at avlesa og at handfara. Tey trý baksetrini kunnu møblerast um eftir ynski, ella takast úr bilinum, um tørvur skuldi verið á tí. Í CDX útgávuni kunnu bæði framsetrini snarast 180 stig, um tey, sum sita framman, í einum steðgi hava hug at venda sær á og práta við onnur í bilinum. Á stólaryggjunum á framsetrunum eru flúgvarasetur til tey ferðandi á baksetrunum.
SX og CDX
Hóast Tacuma er ein lutfalsliga høgur bilur, eru koyrieginleikarnir góðir, og bilurin livir upp til tað man kann vænta av einum nútímans bili í hesum klassanum, bæði hvat viðvíkur koyring í svingum, og í aðrar mátar. Tacuma fæst við tveimum motorstøddum, einum 1,8 litur við 98 hk, og einum 2,0 litur við 121 hk. Prísmunurin millum báðar útgávurnar er einans kr. 10.000,-. Lítil munur er á útgerðini á SX og CDX útgávunum.
Væl útgjørdur
Av standard útgerð kunnu vit m.a. nevna ABS bremsur við EBD, dupultar airbag, tokulyktir framman og aftan, el-rútar, el-spegl við varma, takstativ, sentrallás við fjarstýring, startsperru og el-frátøkustøð til eitt nú kuldaskáp. Daewoo geva 3 ár ella 100.000 km. mekaniskt garanti, 3 ára lakkgaranti og 6 ára garanti móti gjøgnumtering.
Daewoo er á veg frameftir við risalopum, og tá hugsað verður um hvussu nógv teir eru broyttir tey seinastu 10 árini, er her talan um eitt bilmerki, sum kappingarneytarnir mugu taka í fullum álvara. Serliga nú General Motors kemur at hava stóra ávirkan á Daewoo verksmiðjuna.