Sunnudagur er í dag, og tað er vakurt kavaveður. Hóast tað er vikuskifti, so eru bilar á vegunum og fólk úti. Tað er tí vert at minna á, at Landsverk boðar frá, at roknast kann við hálku á fleiri støðum kring landið.
Boðað verður frá hálku í Sundum í Kollafirði, og roknast kann við hálku í hesum økjum:
- Kambsdalur
- Gøtueiði
- Runavík
- Norðskálatunnilin, eystanfyri
- Streymnes
- Vatnsoyrar
- Kaldbaksbotnur
- Sund
- við Velbastaðháls