Í dag fær maðurin við øksini sín dóm

Klokkan ellivu fyrrapartin fer Høgstirættur at kunngera endaligan dóm í málinum ímóti tí 30 ára gamla somaliumanninum Muhudiin Muhammed Geele, sum breyt inn til teknaran Kurt Westergaard við einari øks. Teknarin slapp við lívinum við at læsa seg inni í einum rúmi.

Somaliumaðurin hevur viðgingið, at hann ætlaði sær at drepa Kurt Westergaard (myndin), men hann avsannar, at talan var um yvirgang. Kortini bleiv hann dømdur fyri yvirgang, tá málið var í býarrættinum og í landsrættinum. Nú skal Hægstirættur so taka støðu, og sambært donskum eygleiðarum er tann avgerandi spurningurin, um Hægstirættur metir, at álop á ein einstakling kemur inn undir yvirgangsgreinina í revsilógini.

Ein annar spurningur er, um maðurin verður vístur úr Danmark, har hann hevur búð í tólv ár og hevur konu og fýra børn.