Í dag fer Mærsk til gravar

Mærsk Mc-Kinney Møller fer til gravar úr Holmens Kirke í Keypmannahavn í dag. Sjálv jarðarferðin verður privat, men almenningurin fær høvið til at fylgja líkvogninum, sum fer at koyra kistuna fram við høvuðsskrivstovuni hjá A.P.Møller-Mærsk á Esplanaden millum klokkan 12.30 og 13 okkara tíð. Haðani fer kistan til Holmens Kirke. Donsku sjónvarpsstøðirnar senda frá ferðini.

Tað almenna Danmark verður væl umboðað í kirkjuni. Alt kongshúsið verður har saman við Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharra og fyrrverandi forsætisráðharrum.

Mærsk Mc-Kinney Møller verður jarðaður í kirkjugarðinum í Hellerup, har foreldur hansara og konan, Emma, eru jarðað.

Mærsk Mc-Kinney Møller var 98 ára gamal, nú hann doyði.