Gongst sum ætlað stendur nýggja vallaraheimið í Havn liðugt, tá ið ferðafólkatíðin byrjar komandi ár. Tað er Smyril Line, ið letur húsini byggja og í dag verður spakin settur í.
Tørvurin er stórur á einum vallaraheimi í Havn. Vit hava rikið vallaraheim í fleiri ár, til dømis leigað Badmintonhøllina til endamálið, men tann loysnin hevur ikki verið nóg góð, sigur Áki Jespersen, leiðari á ferðamannadeildini hjá Smyril Line.
Í fyrsta umfari verða húsini bert opin um summarið, men nú Norrøna fer at sigla millum Føroya og Danmark alt árið, er hugsandi, at vallaraheimið verður opið longri um tørvur er á tí.
Vallaraheimið verður bygt í Húsahaganum, vestan fyri Hotel Føroyar, sum Smyril Line eisini eigur og rekur. Húsini verða uml. 600 fermetrar stór í tveimum hæddum og pláss verður fyri 98 fólkum á kømrum til tvey, fýra og seks fólk. Í húsunum vera allir hentleikar, sum hoyra einum vallaraheimi til, til dømis køkur, har gestirnir kunnu matgera sjálvir, góð toilettviðurskifti, vaksirúm og annað. Og skuldi onkur havt hug at keypt sær mat ber til at fara inn við síðuna av, á hotellið, at fáa sær ein bita.
Tað er Eli Zachariassen, byggiverkfrøðingurin, sum stendur fyri arbeiðnum fyri Smyril Line. Húsini eru mett at kosta 3,5 mill. kr.