Fótbóltur
Fótbóltssambandið hevur nú gjørt eitt fyribils yvirlit yvir, hvussu leikdagarnir í ymsu fótbóltskappingunum verða komandi ár.
Byrja í mars
Av heimligu kappingunum er kappingin um løgmanssteypið sjálvandi hin fyrsta, sum farið verður undir, og verður hetta longu 2. mars, tá fyrstu innleiðandi dystirnir skulu fáast frá hondini.
Feløgini í fyrstu deild koma tó ikki í steypakappingina fyrr enn í bólkaspælinum, og byrjar hetta 16. mars. Fjórðingsfinalurnar verða leiktar dýra biðjudag, 26. apríl, og longu tveir dagar seinni er fyrra hálvfinalan á skránni. Seinna hálvfinalan verður 12. mei, meðan sjálvur finaludysturin eins og í fjør verður leiktur á ólavsøku.
Sjálv landskappingin byrjar fyrsta vikuskiftið í mei, og so verður spælt hvørt vikuskiftið fram til fyrsta vikuskiftið í juli, tá farið verður í summarfrí.
4. august verður so aftur lagt til brots, og 5. oktober verður føroyameistarin 2002 so endaliga kosin
Landsliðið
Seks dystir eru settir á skránna hjá landsliðnum, men møguliga verður hetta talið økt við einum afturat. Tað er nevnliga so, at tann fyrsti av hesum verður á árligu venjingarleguni hjá landsliðnum, og er hendan ásett til dagarnar, 3. ? 16. februar. Undanfarin ár hevur talan verið um fleiri dystir á venjingarleguni, og møguleikin fyri, at soleiðis verður aftur, skal als ikki útihýsast.
Annars skulu Føroyar, sum vit áður hava skrivað, spæla landsdyst móti Íslandi, tá ein nýggj fótbóltshøll í Íslandi skal innvígast. Hesin dysturin er ásettur at verða hin 2. apríl.
ASnnars verður hampuliga friðarligt hjá landsliðnum fram til komandi heyst, tá farið verður í holt við EM-undankappingina. Sum upphiting til hetta verður heimadystur móti Liktenstein á skránni tann 21. august. Hetta er seinni av tveimum vinardystum, og vunnu Føroyar tann fyrra í Liktenstein 1-0.
Hvørji mótstøðuliðini í undankappingini verða, er enn ikki fastlagt, men UEFA hevur longu ásett sonevndu landsdystarterminirnar. T.v.s. hvørjar dagar dystir skulu leikast, og hetta fer at líkjast trimum altjóða dystum til okkara menn. Ein í september og tveir í oktober.
Vit loyva okkum at gita, at talan verður ikki um heimadyst í oktober, men at ein slíkur verður leiktur leygardagin, 7. september. Soleiðis verður talan um dupult-umfar í oktober, tá 12. og 16. eru ásettir sum leikdagar. Vónandi fara hesir at hilnast okkara monnum betri, enn hesi dupult umførini áður hava gjørt.
Viðmerkjast kann afturat, at til kokmandi undankapping verða tíggju bólkar við fimm liðum í hvørjum. Hetta gevur átta dystir til hvørt landið, og skulu Føroyar so eftir øllum at døma spæla fimm undankappingadystir í 2003, harav tríggir verða á heimavølli.