Dagmar Winther

f. 8/9-1911 – d. 18/1-2014

Fýra børn untist teimum báðum Nicolinu og Andrassi á Torlabrúgv í Funningi, og Dagmar var tann seinasta av teimum, ið eftir var, og við henni fer eitt heilt ættarlið undir mold. Hon vaks upp í eini tíð, sum er nútíðar menn­iskjum fjar – eini tíð, tá bygd­arlívið var treytað av sam­anhaldi, sjálvbjargni og hjálp­semi. Felags fyri hesi systkin var, at tey vóru ógvu­liga góð við síni og duldu ikki fyri tí.
Elstur av systkjunum var beiggin Marius, sum fór til skips at vinna fyri sína út­búgving sum lærari, og síð­an komu tær tríggjar systrarnar Sigrið, Dagmar og Bina, mamma okkara.
Tey kallaðu Dagmar Dadu, og soleiðis hava vit kallað hana alt lívið – Dadamostir.
Tær tríggjar fóru hvør aft­an á aðra á húsmanna­skúla í Høng í Danmark – tað var skúli, sum donsku Hús­mannafeløgini róku, og har dentur var lagdur partvíst á húsarhald og partvíst á ta mentan, sum háskúlarørslan bar teimum ungu, ið tá vuksu upp. Har fekk Dagmar lagt aftrat tí førningi, hon fekk heimanífrá, sum gav henni eitt mentanarligt kjølfesti, ið bar alt lívið.
Dagmar fór at læra til sjúkrasystur. Helst mundi hon fáa íblástur frá ommu síni Siggu Kathrinu, sum hóast ólærd var køn í sjúkra­­røkt. Dada tók prógv á Drot­ning Alexandrines hospi­tali í 1939, og so gekk leiðin til Danmarkar at supp­lera, sum tey kallaðu tað, t.v.s. taka ískoytisprógv í sálar­sjúku­frøði og á føðideild.
Lagnan lagaði tað so, at hon var stødd í Danmark, tá annar heimsbardagi brast á, og arbeiddi hon tí í Dan­mark krígsárini, har hon m.a. arbeiddi á eygnadeild og virkin var við í felagslívi mill­um landsmenn í danska høv­uðsstaðnum.
Í 1945 giftust hon við Kartna Winther, og tey bæði hava ofta sagt frá, at brúð­ar­dansurin var dans­að­ur umborð á ferðamanna­skipinum, sum førdi tey heim aftur til Føroya.
Teimum untist langt hjúna­lag. Tey búsettust í Tungu­gøtu mitt í Havnini og fingu synirnar Mads Andrias og Árna. Tá teir vóru tilkomnir, tók Dada­most­ir upp aftur sítt sjúkra­systra­yrki. Hon var lærari á for­skúla­num árini 1961-71 og arbeiddi seinni á Stats­hospi­talinum frá 1971 til 1981.
Hesi seinastu árini hevur hon búð á Tjarnargarði, hagar hon flutti, tá hon gjørdist óhjálpin. Nú trongdi hon til hvíldina.

“Gott at hava hvíld í væntu,
lækkar sól á síni ferð.”
(Kingo/ Axel Torgarð)

Fram fyri okkum rennur eis­ini kvøldarsangurin, sum mammu­beiggi okkara yrkti, og tá kanska serliga hesar regl­urnar:

“Legg teg nú og sov, góða lítla barn hjá mær,
droym um summardáar og eingilin hjá tær”

Hvussu kunnu vit best lýsa Dadumostur, og hvussu hon var?
Vit gloppa hurðina inn í Tungugøtu, og hon stendur har so vøkur við opnum ørm­um. Ofta nógv fólk í húsi, gestir, sum skuldu hava mat og song.
Tað føldist sum eitt ævin–týr hjá okkum, sum komu av bygd at vitja hagar, og ikki at gloyma, tá vit fingu pakka frá henni. Hon var frálíkur kokkur og røkti eitt vakurt, mentað heim, við málningum á veggjunum, vøkrum tepp­um, og sjálv vav hon bæði til innbúgv og myndir. Hon dugdi alt, sum tikið verður til í Bænadiktsvísu:

Hun kan alt med hænder gøre,
som sømmer vel en kvinde,
hun kan bog og runemål,
det røde guld kan hun spinde.

Har, sum hon var, var látur og skemt, ein alfevnandi kær­leiki til alt og øll. Eitt eym­ligt klemm, eitt blídligt smíl, ein hjartaligur látur. Hon fór dansandi gjøgnum lívið, ung í sinni – altíð kátast av teimum kátu, men við umsorgan fyri teimum, ið ikki vóru so væl fyri.
Best av øllum minnist okk­um hana í dansinum, tá hon í føroyskum klæðum dansaði við hógv og góðum sið og t.d. skipaði “Bøhmerlands dronn­ingen” - vísuna, sum pápi henn­ara yndaði:

“Igen da blev den grønne jord
med silke så vidt overbredt;
op stod unge frøken Dagmar,
hun blev på Riberhus ledt.

Den frøken kom af ædelige Bøhmerlande.”

Nú er hon sjálv farin upp í ringin av teimum, sum undan fóru, meðan minnini um hana dansa víðari í okkum, sum vóru góð við hana.
Góðu Mads og Anne Lise, Árni og Sigga og øll tykkara!
Tykkum øllum senda vit kvøðu við samkenslu.
------------------------------
Systkinabørnini úr Klaksvík, Tóra, Andrass, Árni, Heðin og Nicolina