John Johannessen
? Dagrøktarskipanin er ein almenn tænasta. Hon er ikki ein tænasta, ið skal fíggjast við lýsingum.
Hetta er greiða áskoðanin hjá Elini Lindenskov, forkvinnu í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð, í sambandi við, at dagrøktarmammurnar í Havn hava boðið fyritøkum at stuðla keypi av búnum til teirra og fáa lýsing á búnan afturfyri.
Høvuðsgrundgevingin, dagrøktarmammurnar vísa fyritøkunum á, fyri at fáa tær at stuðla er, at lýsingarnar óvivað koma at síggjasr ofta aftur á Havnargøtum, tá tær mongu dagrøktarmammurnar eru úti við børnunum.
Hetta heldur Elin Lindenskov vera misnýtslu bæði av børnunum og almennu dagrøktarskipanini.
? Eg kenni einki til hesar umsóknir, men eg ætli mær at kanna málið. Tað ber nevniliga ikki til, at smábørn soleiðis verða misnýtt sum søluvøra, sigur Elin Lindenskov.
Forkvinnan í sosialu nevnd vísir á, at skulu dagrøktarmammurnar hava eyðkennisbúna, hevði verið heilt náttúrligt, at tað á búnunum stóð »Dagrøktarskipanin hjá Tórshavnar býráð« ella okkurt líknandi. Men hon leggur dent á, at lýsingar ikki skulu á slíkan búna.
Elin Lindenskov sigur á, at ynskja fyritøkur at stuðla barnaansingini í kommununi, eiga tær at gera tað á annan hátt, enn at seta lýsing á ryggin á dagrøktarmammunum.
? Barnaansingin er jú til stóran fyrimun fyri arbeiðsgevararnar. Tað eru barnagarðarnir, ið skapa fortreytir fyri, at foreldrini kunnu fara til arbeiðis. Tí kunnu fyritøkur heldur lata pening til at byggja ansingarstovnar fyri.
Forkvinnan í sosialu nevnd hjá Tórshavnar býráð sigur seg rokna við, at dagrøktarmammurnar ikki hava hugsað seg nóg væl um, áðrenn umsóknin er send út. Og í sama sambandi vísir hon á, at hon heldur, at føroyingar eiga at kjakast meira um, hvat er siðsemiliga rætt og ikki ? eisini í sambandi við slík mál, sum hetta.