Dagsins jólalag: Hvør hevði væntað ein kong

Maria á Lakjuni hevur sungið ein jólasang til adventsløtuna hjá Bubu. Sangurin er upptikin live av Raclip.

Sangurin kallast »Hvør hevði væntað ein kong« og er týðing av sangi, sum Mervyn Warren og Hallerin Hilton Hill skrivaðu. Millum annað Whitney Houston hevur sungið sangin. Føroysku týðingina hevur presturin Jákup Reinert Hansen gjørt.

Maria á Lakjuni er 16 ára gomul og hevur útgivið tvær fløgur. »Vøkur er verðin« kom í 2013, og haðani kenna fólk best lagið “Sum eitt summar”. Í fjør kom so seinna fløga hennara, »Tá eg hugsi um teg«, og kendasta lagið á hesi fløguni er ivaleyst “Smílið”.

Omanfyri bert til at síggja sangin »Hvør hevði væntað ein kong«, sum Maria Lakjuni syngur. Pápin, Eyðun á Lakjuni, hevur undirspæl á klaveri.