Dagstovnurin á Húsum fær navn í dag

Í februar lat nýggj dagstovnaeind upp á Húsum. Bygdarhúsið á Húsum varð umvælt til endamálið, og hevur hetta fingið góða móttøku frá øllum pørtum. Í dagstovnaeindini eru 5 børn, sum er í vøggustovu-, barnagarðs- og frítíðarskúlaaldri.

 

Klaksvíkar býráð skrivar, at tá ið móttøkan av stovninum var í februar, varð eisini kunngjørd ein navnakapping. Ynskiligt var at fáa eitt hóskandi navn, sum samljóðar við virksemið á stovninum.

 

Nú er loksins klárt at avdúka navnið, og í hesum sambandi verður skipað fyri móttøku, har øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Móttøkan verður komandi í fag 17. juni, og verður skipað í samband við túrin úr Klaksvík kl. 16.10.

 

Eyðstein Ó. Poulsen, formaður í trivnaðarnevndini børn og ung, heldur røðu, og bjóðað verður kaffi og lætt ábit.

 

Dómsnevndin er mannað við umboðum fyri bygdarfelagið Sigursglæman, staðbundnu, nevndina á Húsum, starvsfólk á dagstovnastovuni og umboð fyri Klaksvíkar kommunu