Í kvøld verður seinni HM-finalisturin funnin, tá Ongland og Kroatia bresta saman. Í gjár vann Frakland seg víðari í finaluna við einum 1-0 sigri á Belgia. Nú er spurningurin so, um tað verður móti Onglandi ella Kroatia.
Ongland var seinast í eini HM-hálvfinalu í 1990, tá liðið tapti upp á brotssparkskapping móti komandi vinnarunum úr Týsklandi. Í 28 ár hevur Ongland ikki megnað at vunnið seg longur enn til fjórðingsfinaluna.
Í 1990 var Kroatia ikki eitt sjálvstøðugt land og luttók á fyrsta sinni í einum HM-endaspælið í 1998. Tá kom liðið í hálvfinaluna, men mátti lúta fyri Fraklandi. Tí er hetta onnur hálvfinalan hjá Kroatia í 20 ára longu HM-søguni.
Hálvfinala 2:
Kroatia – Ongland (Mikudagin klokkan 19)
Leikvøllur: Krestovsky Stadium
Dómari: Luzhniki Stadium, Moskva
Sjónvarp: KVF, DR1
Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)
Kroatia vinnur: 3.72
Javnleikur: 3.2
Ongland vinnur: 2.38
Møguligar uppstillingar:
Kroatia (4-2-3-1): Subasic - Vrsaljko, Lovren, Vida, Strinic - Rakitic, Modric - Rebic, Kramaric, Perisic - Mandzukic
Ongland (3-5-2): Pickford - Walker, Stones, Maguire - Trippier, Alli, Henderson, Lingaard, Young - Sterling, Kane