Dagurin í dag: Jólafundurin í 1888

Í dag er mánadagur 26. desember.

 

2. Jóladagur. Stefan. Dagur er hildin til minnis um fyrsta kristna pínslaváttin (Ápostlasøgan kap. 7).
Grikska navni Stephanos merkir heiðurskransur, krúna.

Kelda: Dagar og nøvn í álamanakkanum (Axel Tórgarð).

 

 

Hendingar:

 

1888: Jólafundurin bleiv hildin henda dag í 1888. Ein almenn inbjóðing var í Dimmu henda dag:

“Ein og hvør bjóðast at koma í tinghúsið annan jóladag kl. 3 e.m., har, sum vit atla, at samráðast um at verja Förja mál og Förja siðir.
E.D. Bærentsen, H.N. Jacobsen, D. Isaksen, S. F. Samuelsen, R. C. Effersøe, Jens Olsen, Just Jacobsen, C. L. Johannesen, J. Padurson.

Fundurin samtykti, at føroyskt mál eigur at verða fullan rætt sum høvuðsmál í Føroyum, bæði í frálæru, kirkju og almennum viðurskiftum. Jólafundurin í 1888 verður mettur sum byrjanin uppá tjóðskaparrørsluna í Føroyum.

 

 

Føðingardagar:

 

- Mao Tse Tung (1893-1976). Leiðari í kommunistiska Kina frá 1945 til 1976.

 

 

Andlát henda dagin

 

- 1972: Harry Truman (1884-1972). 33. forseti í USA. Hann sat sum forseti frá 1945-1953, umboðandi demokratiska flokkin. Millum annað er hann vælkendur fyri at byrja Marshall hjálpina eftir seinna heimsbardaga.

 

- 2006: Gerald Ford (1913-2006). 38. forseti í USA. Hann sat í tíðarskeiðnum 1974-1977. Hann er einasti higartil, sum hevur sitið sum varaforseti og forseti uttan at verða valdur til embætið. Hann gjørdist varaforseti hjá Richard Nixon tá Spiro Agnew segði seg frá embætinum. Ford gjørdist síðan forseti tá Nixon mátti frá. Gerald Ford tapti forsetavalið ímóti Jimmy Carter í 1976.