Dagurin eitur Burchardt

Norki nazisturin, Vidkun Quisling, varð dømdur til deyða hendan dagin í 1945

10. september. Burchardt, doyði umleið ár 754. Hann var enskur munkur. Fór sum trúboði til Týsklands og gjørdist fyrsti biskupur í Würtzburg.

 

(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)  

 

Hendan dagin í árinum 1224 kom Franciskanaraordanin, sum varð stovnaður av Frans av Assisi, til Onglands. Teir vóru upprunaliga kallaðir teir gráu brøðurnir vegna litin, sum búnin hevði.  

 

10. september í 1940 hevði filmurin Diktatoruin hjá Charlie Chaplin frumframsýning. Filmurin var ein etsandi parodi upp á Hitler.  

 

Og 10. september í 1945 var Vidkun Quisling, sum var forsætisráðharri í Noreg undir øðrum veraldarbardaga, dømduri til deyða, og 24. oktober í 1945 varð hann skotin. Navnið Quisling er í dag eitt synonum upp á ein landasvíkjara.

 

Og fyri at halda okkum til politikk og forsætisráðharrar, so knýta tveir danskir forsætisráðharrar seg eisini til hendan dagin: Í 1982 kunngjørdi Poul Schlüther fyrstu stjórn sína, sum varð sett saman av Konservativu, Vinstra, Centrum Demokratunum og Kristiliga Fólkaflokkinum. Og í 1987 kunngjørdi Anker Jørgensen hendan dagin, at hann leggur frá sær sum formaður fyri danska Javnaðarflokkin og peikar á Svend Auken sum sín eftirmann.