Dagurin eitur Maximilian

Hendan dagin í 1492 fann Columbus Amerika – sum víkingar tó langtsíðani høvdu funnið...

12. oktober. Maximilianus, deyður umleið ár 285. Pávin Sixtus II sendi hann sum trúboðara til tað, sum nú verður rópt Eysturríki. Hann varð seinni biskupur, men bleiv tikin av døgum. Er verndarhalgimenni hjá Eysturríki, og fleiri av keisarunum har hava borið navnið Maximilian. Navnið merkir hin fjølmenti. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)

 

Av hendingum, sum knýta seg at hesum degi kunnu vit nevna, at hendan dagin í 1492 kom Christoffer Columbus við skipunum Santa Maria, Nina og Pinta til Bahamaoyggjar, sum hann nevndi San Salvador. Columbus helt sjálvur, at hann hevði hevði funið vegin vestureftir til india, og kallaði tí oyggjarnar Vesturindia.

 

Seinni á ferðini kom hann eisini til Cuba og Haiti. Í USA kalla tey dagin »Landing Day« ella »Columbus Day«, og Columbus fær heiðurin fyri at hava funnið Amerika – hóast víkingar langt frammanundan høvdu funnið vegin fram til Amerika.

 

Tað var hendan dagin í 1617, at Christian 4. sendi út »Forodning imod Troldfolck och deris Medvidere«. Har var munur gjørdur á eitt nú klókum fólkum og veruligum heksum.

 

12. oktober í 1923 var tann fyrsti filmurin við talu vístur í Keypmannahavn.

 

Og hendan dagin í 1928 var fyrsta »jarnlunga« tikið í nýtslu á Boston Children's Hospital í Massachusetts – respiratururin.

 

Tann fyrsti Morris Monor, sum Ser Alec Issigonis teknaði, rullaði hendan í 1948 av samlibandinum á verksmiðjuni í Cowley í Oxfordshire í Onglandi. Framleiðslan helt fram til 1971, og sniðið er í dag nógv virt av samlarum.

 

Og tað var hendan dagin í 1960, at sovjettiski leiðarin, Nikita Khrusjtjov, gjørdist frá sær sjálvum, meðan hann helt røðu í ST – hann lat seg úr øðrum skónum og bankaði hann í røðarapallin undir røðu síni.

 

Sangleikurin Jesus Christ Superstar hevði frumframfrøslu á Broadway hendan dagin í 1971. Fleiri østu seg vegna kontroversiella innihaldið. Tað vóru teir báðir Tim Rice og Andrew Lloyd Webber, sum skrivaðu. Tað blivur til 720 framfrøslur á Broadway.

 

At enda kann nevnast, at italski operasangarin, Luciano Pavarotti, varð føddur hendan dagin í 1935. Hann doyði í 2007. Og amerikanski countrysangarin, John Denver, doyði hendan dagin í 1997, tá hann einsamallur datt niður við sínum privatflogfari. Hann varð føddur í 1943.