3. oktober. Metta. Teir vita ikki um nakra halgikvinnu við hesum navni. Navnið er Margreta, sum er stytt. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum, 2. broytta útgáva 2008)
Av hendingum, sum knýt seg til hendan dagin kunnu vit nevna:
1789: George Washington boðar frá tí fyrsta Thanksgiving Day
1884: Christiansborg Slott brennur, og Ríkisdagurin má fram til endan av fyrsta heimsbardaga halda sínar fundir í øðrum hølum.
1952: Stórabretland spreingir sína fyrstu kjarnorkubumbu út fyri Vesturavustralia.
1972: Dagin eftir fólkaatkvøðuna um EF limaskap – og Danmark hevur sagt ja – tekur Jens Otto Krag, forsætisráðharri, øll á bóli tá hann boðar frá, at hann leggur frá sær sum forsætisráðharri, fer úr politikki, og letur forsætisráðharrasessin víðari til Anker Jørgensen.
1990: Týskland verður endursameint klokkan 0:00 náttinia millum 2. og 3. oktober. DDR hvørvur sum tjóð.
1995: Svarta amerikanska ítróttarhetjan, O. J. Simpson, verður kendur »ósekur« í at hava myrt fyrrverandi konu sína og vin hennara.
Hendan dagin í árini 1226 doyði Frans av Assisi. Hann var italsku munkur, føddur í 1182. Sankta Frans skúli í Havn eitur eftir honum, og har verður Sankta Frans dagurin hildin 3. oktober á hvørjum ári.