Dahlgaard er ikki dagførdur

Formaðurin í Føroyanevndini, Pia Larsen, væntar ikki, at Dansk Folkeparti fer at nema við skerjingina av heildarveitingini í samband við fíggjarlógarsamráðingarnar við stjórnina

Formaðurin í Føroyanevndini, Pia Larsen, sum umboðar stjórnarflokkin Ventre í Fólkatinginum, væntar ikki, at Dansk Folkeparti fer at gera álvara av sínum ætlaninum um at krevja eina skerjing av heildarveitingini í samband við samráðingarnar um fíggjarlógina 2005.
-Handan søgan fekk bert bein at ganga á, tí TV2 hevði eina sending fulla við villeiðandi og ósonnum tíðindum. TV2 hevur rættað mistakið, og tí er søgan eftir mínum tykki deyð. Eg ivist stórliga í um Kristian Thulesen Dahl hevur somu áskoðan um heildarveitingina, eftir at TV2 rættaði mistakið, sigur Pia Larsen.
Hon tekur tí ikki útsagnirnar hjá Per Dahlgaard, limi í fíggjarnevndini fyri Dansk Folkeparti, fyri fult. Per Dahlgaard segði við Sosialin týsdagin, at Dansk Folkeparti kundi als ikki útihýsa møguleikanum fyri, at flokkurin fór at krevja eina skerjing av heildarveitingini í samband fíggjarlógarsamráðingar við stjórnina.
-Eg beri ótta fyri, at Per Dahlgaard ikki er dagførdur. Hann hevur eftir øllum at døma ikki fingið við, at søgan hjá TV2 var bygd á ósannandi, og tískil vórðu útsagnirnar hjá Dansk Folkeparti eisini bygdar á skeivar fortreytir, heldur Pia Larsen.

Samráðingarspurningur
Eins og føroysku fólkatingslimirnir á Christiansborg, Høgni Hoydal og Lisbeth L. Petersen, søgdu í Sosialinum týsdagin, leggur Pia Larsen dent á, at spurningurin um heildarveitingin fyrst og fremst er ein spurningum millum donsku stjórnina og føroyska landsstýrið.
-Vit hava jú eina avtalu fram til 2006 um at blokkurin er góðar 600 mió. krónur. Spurningurin um heildarveitingina kann tí ikki gerast til eitt innanhýsis danskt mál í samband við fíggjarlógarsamráðingarnar, men ein samráðingarspurningur millum stjórnina og landsstýrið, vísir Pia Larsen á.