Dalavegurin stongdur næstu tíðina

Av tí at teir grava fyri fjarhita á niðasta parti av Dalavegnum í Havn, verður ikki koyrandi eftir Dalavegnum millum Dr. Jakobsensgøtu og Jóannesar Paturssonargøtu næstu tíðina.

 

Hetta er partur av arbeiðinum at knýta vesturbýin upp í fjarhitaleiðingina við sjónleikarhúsið.

Arbeiðið er býtt upp í ymisk arbeiðsøki, so ávís vegastrekki vera stongd í senn. Leiðining skal frá Sjónleikarhúsinum oman gjøngum Tórsgøtu, Kongagøtu, Tróndargøtu oman í Niels Winthersgøtu og niðan eftir Jóannesar Paturssonargøtu niðan á Svínarygg, fram við kirkjugarðinum eftir Dalaevnum og Dr. Jakobsensgøtu og út í Kinabrekkuna á Landavegnum uttan fyri Vesturkirkjuna.

Hvørt arbeiðsøki verður stongt fyri almennari ferðslu, meðan arbeitt verður í ásetta økinum.

##med2##

Ætlanin er at gera ymsu strekkini liðug og lata upp fyri ferðslu, so allar gøtur ikki vera stongdar samstundis. Eftir ætlan skal arbeiðið verða liðugt við árslok í ár.