Dan í Soylu hevur brotið fótin

HB verður uttan miðvallarar komandi vikurnar

Dan í Soylu hevur brotið eitt bein í fótinum. Miðvallarin hjá HB mátti av vøllinum í fyrra hálvleiki í dystinum móti Víkingi.

 

Hann hevur verið til kanningar og fingið staðfest eitt brot í fótinum, sum ger at hann ikki kann spæla komandi vikurnar. Tað er eitt sindur ógreitt hvussu leingi hann skal sita uttanfyri. Í fjør var Adrian Justinussen út fyri nøkrum líknandi, men tá mátti hann undir skurð og sat uttanfyri í meir enn tveir mánaðir.

 

Tað er ikki vist, at HB verður uttan Dan í Soylu so leingi. HB skal í næstum til Albania at spæla í Champions League og hevur brúk fyri øllum góðum kreftum, um teir skulu vinna seg víðari. HB tapti dystin móti Víkingi.