Tað gekk, sum tað kundi roknast við, tá ið Dan Brimsvík og hansara menn í B36 seinnapartin vóru gestir á Dungasandi í Sørvági.
Teir í 07 Vestur hava ofta roynt at flyta upp, og teir hava ongantíð áður roynt at vunnið fulla úrtøku í fyrsta umfari. Í dag tapti 07 Vestur 2-0 ímóti B36, og harvið er tað framvegis soleiðis, at 07 Vestur ikki hevur megnað at vinna fulla úrtøku í fyrsta umfari.
Tølini siga, at B36 var greitt omaná. Gestirnir høvdu 14 hornaspørk, og 07 Vestrur hevði seks hornaspørk. B36 hevði 11 royndir ímóti 07 Vestur málinum, meðan 07 Vestur onga roynd hevði ímóti málinum hjá B36.
Í B36 málinum stóð Mattias Lamhauge, tí Símun Rógvi Hansen var leikbannaður.
07 Vestur ætlaði sær ikki at vera í egnum brotsteigi og verja, hóast B36 var væl meiri á bóltinum.
Tað var málleyst, inntil tað restaði ein minuttir av fyrra hálvleiki. Tá setti nýggi B36 spælarin, Bjarki C. Nielsen, sum í vetur flutti úr AB og í B36, hol á. Uppleggið átti Sebastian Pingel.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki varð tað greitt, at øll stigini fóru suður í høvuðsstaðin. Tá økti Martin Agnarsson um leiðsluna til 2-0. Innleggið úr vinstru átti Bjarki C. Nielsen, og dygst úr málinum stýrdi Martin Agnarsson við búkinum bóltin í málið.
07 Vestur – B36 0-2 (0-1)
0-1: Bjarki C. Nielsen
0-2: Martin Agnarsson
Dómari: Rúni Gaardbo
07 Vestur: Silas Eyðsteinsson – Ásbjørn Heðinsson, Eiler Fróðason, Dánial Pauli Lervig, Jóannis á Steig – Tór-Ingar Akselsen, Martin Heiberg Petterson, Martin Tausen, Ragnar Weihe – Predrag Jeremic, Erling F. Myklebust
B36: Mattias Lamhauge – Benjamin Heinesen, Andrias H. Eriksen, Lukas S. Enevoldsen, Alex Mellemgaard – Magnus Holm Jacobsen, Mathias Thrane – Martin Agnarsson, Tobias Christensen, Bjarki C. Nielsen – Sebastian Pingel