Dan’skt málstrev

Góði Dan!

Takk fyri viðmerkingina! Hugaligt, ikki at verða burturtagdur!

Tú kanst ikki geva mær skyldina fyri, at næstan øll staðanøvn eru óbundin! Okkurt einstakt undantak er, treyðugt so. Av Argjum síggja vit Boðan og Borðuna.

Í Fuglafirði(num) hava tit eisini okkurt einstakt undantak, t.d. Borgina!! Stik den! Ups!

Annars eru staðanøvn óbundin: Blábjørg, Gjógvaráfjall, Kambsenni, Kambsdalur, Jøkladalur, Varmakelda, Slættafjall o.s.fr., o.s.fr.

VÍKAR (ikki VÍKS): Sterkt bend kvennkynsnavnorð hava ikki s-ending í hvørsfalli, eintali, men –ar!

Í Víkarbyrgi búgva víkarbyrgisfólk, ikki víksbyrgisfólk!

Í Vík búgva víkarfólk, ikki víksfólk!

Eg havi ikki gjørt hasar málreglurnar!

BLAMERA: Hatta orðið er ikki føroyskt! Í donsku-føroysku orðabókini (ikki hinari, tú veitst, kortini) stendur, at tað merkir : at gera sær fyri skommum, at skemma. Eg meini tað!

Tú fært tað næstan at ljóða, sum um eg geri málslig mistøk í míni málskriving.

Haraftrat biður tú meg gevast, men ikki vænti eg tað!

Spell, at so góður urtagarðsmaður sum tú ikki vilt koma inn í »okkara« málurtagarð at lúka »dan-ismur«!

Máldálkingarleiðin gagnar ikki okkara viðbrekna móðurmáli!

E.S.: Heilsa hinum báðum í »foreiningini«!

Við blíðari móðurmálskvøðu

Á Borg(ini) í summarsól 2009