Hann er einasti danin, sum hevur tikið lut í kanningini, sum nú er gjørd í USA og aðrastaðni, og nú verður Torsten Borring Olsen lagdur undir at hava likið part av kanningini til donsku sjónvarpsrásina TV2.
TV2 endurgav mikukvøldið partar av kanningini, sum ikki er almenn enn, og rásin visti millum annað at siga, at danskir politikarar hava tagt fyri føroyingum, at teir hava givið amerikanarum loyvi at hava herstøð í Føroyum.
? Tað verður trupult við vissu at staðfesta, hvør hevur likið kanningina til TV2, men illgruni er um, at tað er danski søgufrøðingurin, eftir sum hann eisini hevur úttalað seg í málinum, sigur Rúni Joensen, sum hevur verið samskipari av kanningini.
Vil finna lekan
Rúni Joensen sigur, at limirnir í arbeiðsbólkinum allatíðina hava hildið fast um, at einki skuldi koma fram fyri enn lidna kanningini kom, men tað eydnaðist ikki.
? Nú ætli eg at kalla saman til fund í bólkinum fyri at royna at finna lekan, men tað verður trupult at staðfesta, sigur Rúni Joensen.
Fyrr í ár hevði danska dagblaðið Jyllands-Posturin eina grein, sum snúði seg um nakað av tí sama, sum TV2 nú hevur havt frammi. Tá vóru søgufrøðingarnir, sum hava gjørt kanningina í USA, kelda hjá blaðnum.
Torsten Borring Olsen starvast á universitetinum í Århus.