Daniel gjørdist sigursmálskjútti hjá Thisted

Við sigri á Skive lyfti Thisted seg av aftasta plássinum

Mynd: Thisted FC

Daniel Johansen, ið var við frá dystarbyrjan saman við Heina Fossdalsá gjørdist sigursmálskjútti hjá Thisted í triðbestu donsku fótbóltsdeildini í kvøld.

 

Thisted vann 1-0 á Skive. Daniel skoraði sigursmálið við einum væl plasseraðum skoti frá 13-14 metrum tá 32 minuttir vóru leiktir av dystinum. 

 

John Frederiksen fekk 10 minuttir á vøllinum í kvøld. 

 

Talan er um fyrsta kappingarsigurin hjá Thisted í 2024. Í teimum undanfarnu dystunum hevur talan verið um tveir javnleikir og seks tap. 

 

HER  ber til at síggja sigursmálið hjá Daniel. 

 

Við sigrinum vann Thisted seg av aftasta plássinum og upp á næstaftasta plássið í niðara endaspælinum í triðbestu deildini. Thisted hevur 20 stig, sama stigatal sum FA 2000, ið tó er frammanfyri Thisted við betri málmuni. Brabrand liggur aftast við 18 stigum. 

 

Sunnudagin 5. mai spælir Thisted á útivølli móti júst Brabrand.

 

 

 

Mynd: Thisted FC