Daniel og Adrian skulu royna seg móti FCK

Fyrsti venjingardysturin undan nýggja kappingarárinum verður ein spennandi uppgáva

Daniel Johansen, Adrian Justinussen og liðfelagarnir í Hillerød í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eru í holt við fyrireikingarnar til tað nýggja kappingarárið.

 

Fyrsti dysturin hjá Hillerød í tí nýggja kappingarárinum verður leiktur 21. juli á heimavølli móti Hobro.

 

Komandi týsdag klokkan 11 spælir Hillerød venjingardyst, og er talan um eina spennandi uppgávu hjá Daniel, Adrian og hinum í Hillerød.

 

Dysturin verður móti fótbóltsrisanum, FCK sum hevur rættiliga nógvar føroyskar fjepparar.

 

10. juli spælir Hillerød venjingardyst móti Lyngby.

 

Umframt Daniel og Adrian er gamli B36 og HB áleyparin, Sebastian Pingel partur av hópinum hjá Hillerød.