Daniel og Krissy Hansen í Betesda mikukvøldið

Tíðindaskriv:

 

Á møtinum í Betesda mikukvøldið kl. 20 fara Daniel og Krissy Hansen at greiða frá teirra tænastu sum trúboðarar. 

 

Tey bæði virka ímillum Asmat fólki á hálvoynni Papua í Indonesia.

 

Tey eiga ein son sum eitur Zephania, og eina dóttir sum eitur Selah.

 

Krissy er fødd í Ukraina og varð ættleidd, tá hon var tvey ár, og vaks upp í USA. Daniel, sum er sonur Rachel og Peter Hansen, er føddur í Klaksvík og vaks upp í Papua Ný Guinea. 

 

Eftir møtið mikukvøldið verður ein drekkamunnur, har høvi verður til samveru og at heilsa upp á tey bæði.

 

##med2##

 

Hjartaliga vælkomin