Í dag kemur Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri á vitjan í Føroyum.
Ferðin er lutvíst løgd til rættis sum arbeiðsferð og almenn vitjan.
Danski forsætisráðharrin er tiltikið arbeiðsgrev, og viðgongur eisini fyri Sosialinum, at hann ikki kann lata vera at hugsa um felags donsk - føroysk mál, tá hann nú er í Føroyum.
Tí verða fleiri fundir við Landsstýrið, umframt at Nyrup Rasmussen eisini gleðir seg til at sleppa at ferðast kring oyggjarnar, og hitta fólk í teirra dagliga umhvørvi.
Eg komi eisini hendavegin, sum sosialdemokratiskur stjórnarleiðari, at vitja Javnaðarflokkin. Meðan eg eri staddur í Føroyum, nýti eg høvi at hitta Landsstýrið, og tosa um týðandi mál, sum liggja fyri framman, sigur Nyrup Rasmussen.
Tvær ferðir í arbeiðsørindum
Tú hevur verið tvær ferðir í Grønlandi á almennari vitjan, síðan tú gjørdist stjórnarleiðari í 1993, men hevur ikki verið á almennari vitjan í Føroyum?
Eg havi verið tvær ferðir í Føroyum í ár, og tað er av praktiskum orsøkum, at tað hava verið arbeiðsferðir.
Kona mín Lone Dybkjær og eg eru boðin á almenna vitjan í Føroyum, men tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at funnið eitt tíðarskeið, tá vit bæði hava stundir. Kona mín er limur í ES-tinginum, og hevur eisini nógv um at vera.
Vónandi verður møguleikin til staðar í mai mánað næsta ár, og at vit tá fáa høvi at ferðast kring oyggjarnar, sigur Poul Nyrup Rasmussen.
Høvi at ferðast og hitta fólk fær danski forsætisráðharrin eisini møguleikar fyri hesaferð. Saman við Anfinn Kallsberg, løgmanni, vitjar hann í Norðoyggjum leygardagin, og sunnudagin fara Nyrup og Jóannes Eidesgaard í Suðuroynna.
Forsætisráðharrin heldur tað hava stóran týdningi, nú avtalan millum londini er fingin upp á pláss, at danir og føroyingar halda fram at tosa um felags mál.
Eitt nú í samstarvinum millum danska Sosialdemokratiska flokkin og Javnaðarflokkin, men eisini millum Landsstýrið og donsku stjórnina.
Leygardag fyrrapart skal Nyrup Rasmussen halda røðu á Landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum, men hann vil ikki siga stórvegis um evnið, annað enn at hann fer at tosa um sosialdemokratisku dimensjónina, og hvussu flokkarnir báðir kunnu endurstovna samstarvið, sum nú í fleiri ár hevur verið út av lagi vánaligt.
Tað hevur verið vanligt at umboð fyri sosialdemokratiskar flokkar í Norðurlondum hava verið á Landsfundi hjá Javnaðarflokkinum, men higartil hevur eingin forsætisráðharri verið umboðaður.
Hví júst nú?
Tað er eisini fyri at sýna Javnaðarflokkinum virðing, at eg sum sosaldemokratiskur forsætisráðharri komi á Landsfundin, sigur Nyrup Rasmussen.
Fyri stuttum segði Svend Auken, orkumálaráðharri, sagt við tíðindamann í Útvarpinum, sum var staddur í Noregi. Auken segði m.a. at um føroyingar slakaðu í krøvunum í marknatrætuni við bretar, so fór málið at verða loyst.
Danir einki at fjala
Hevur danska stjórnin vitan um undirgrundarmálið, sum føroyingar ikki hava?
Eg veit ikki, hvussu orðini hjá Svend Auken fullu, men eg kann vissa føroyingar um, at bæði Auken og eg ynskja, at føroyingar fáa besta hugsandi úrslit í samráðingunum við bretar. Tað fari eg at tosa við løgmann um, sigur forsætisráðharrin.
Løgmaður og Nyrup Rasmussen skulu m.a. tosa um, hvussu teir á besta hátt kunnu fáa føroysku sjónarmið fram í samráðingunum við bretar. Danska sjórnin er bert sinnað at arbeiða fyri at føroyingar fáa eina rættvísa loysn, sigur Nyrup Rasmussen og vísur aftur øllum gitingumum, at danir hava nakað í hyggju í samband við marknamálið.
Annað mál, sum forsætisráðharrin fer at tosa við Landsstýrið um er handilssáttmálin við ES, og hvussu kann bøtast um hann.
Ætlandi í januar mánað næsta ár, fara Landsstýrið og danska stjórnin undir samráðingar um ríkisrættarligu viðurskiftini. Verður tað sett á dagsskránna við Landsstýrið?
Um Føroyar ynskja sjálvstýri, skulu føroyingar einsamallir avgera tað. Vit fara ikki at leggja okkum út í føroyska orðaskiftið í hesum máli. Landsstýrið, Løgtingið og føroyska fólkið skulu í felag finna fram til eina semju um framtíðar viðurskiftini í ríkisfelagsskapinum. Vónandi verður funnið fram til eina breiða semju um, hvussu vit skulu samstarva frameftir, sigur Nyrup Rasmussen.
Rættarmál ikki slept
Hóast bankamálið fyri føroyingar endaði við avtaluni í juni, er kortini enn eitt mál eftir at loysa. Tað er sakarmálið millum Landsstýrið og Den Danske Bank, sum danska stjórnin, vegna Landsstýrið skal reisa.
Hví er einki hent í málinum?
Fyrireikingararbeiðið í samband við rættarmálið er ikki liðugt, og vit vilja ikki leggja okkum út í málið, fyrr enn tað arbeiðið er liðugt, sigur Nyrup.
Vónir fyri samstarvi
Um vónirnar fyri at fáa tættari samstarv í lag millum Javnaðarflokkin og danska sosialdemokratiska flokkin, sigur Poul Nyrup Rasmussen, at hann er sinnaður at leggja upp til tættari samstarv millum føroyingar og danir.
Eisini um føroyingar velja sjálvstýri, eru vit eisini til reiðar ar gera nýggan samstarvsáttmála, ið er galdandi fyri tvey sjálvstøðug lond.
Møguleikarnir at fáa samstarvið í lag millum javnaðarflokkarnar báðar eru góðir, eftir at vit fingu avtalu, sum báðir partar eru nøgdir við.
Vit hava felags hugsjón og støðu, sum vit áttu at brúkt í praktiska arbeiðnum at samstarva, sigur Poul Nyrup Rasmussen.