Danir eru um at bresta í spenningi

Í Baku fyrireika spælararnir seg at stríðast í yvir 30 hitastigum at vinna pláss í hálvfinalu á Wembley

Danski landsliðsvenjarin Kasper Hjulmand er ógvuliga væl umtóktur

Klokkan 17 í dag verður fyrsta bríksl í Baku, høvuðsstaðnum í Aserbadjan. Danmark og Kekkia bresta saman í fjórðingsfinalu í EM endaspælinum. Vinnarin fer mikudagin at spæla hálvfinalu á Wembley í London. Mótstøðuliðið verður funnið í kvøld, tá ið Ongland og Ukreina hittast á olympiska leikvøllinum í Róm.

 

Í gjárkvøldið varð greitt, at hin hálvfinalan verður millum Spania og Italia.

 

 

 

Í Danmark er spenningurin øgiligur. Tá ið Danmark í 1992 fyri fyrstu og higartil einastu ferð vann EM, var finalan í Svøríki, og heilt nógvir danir vóru hinumegin Oyrasund og fylgdu við.

 

Tað er óhøgligt hjá dønum at fara til Baku at fylgja við, tí teinurin er yvir 4000 kilometrar úr Keypmannahavn og til Baku.

 

Tað eru bara heilt fáir danir í Aserbadjan og fylgja landsliðnum.

 

Í Danmark er áhugin øgiliga stórur. Dysturin verður vístur á stórskíggjum á nógvum fótbóltsvøllum og aðra staðni kring landið, og tað verður sagt at vera møguleiki fyri, at tað í dag fara at vera fleiri danir, sum fara at fylgja við, enn tað nakrantíð áður hava fylgt við í sjónvarpinum. Fleiri handlar hava boðað frá, at í dag verður tað stongt klokkan 17.30 ella ein hálvan tíma, áðrenn dysturin verður. Hetta er við atliti til starvsfólkini, sum fáa høvi at fylgja við, og eisini tí tað verður roknað við, at tað undir dystinum verður langt millum viðskiftafólkini.

 

Kekkia hevur víst seg at eiga gott landslið. Í innleiðandi umfarinum endaði Kekkia á triðja plássi – aftanfyri Ongland og Kroatia. Men í áttandapartfinaluni vann Kekkia 2-0 ímóti Hollandi, og danski venjarin var skjótur eftir tann dystin at siga, at um tað stóð til hansara, so hevði mótstøðuliðið í fjórðingsfinaluni heldur verið Holland enn Kekkia.

 

Danskir miðlar vita í dag at siga úr Baku, at støðan í landsliðshópinum er góð. Allir spælararnir eru tøkir. Undantakið er Christian Eriksen, sum tó er við at koma fyri seg eftir hjartasteðgin 12. juni í Parkini tapti 1-0 ímóti Finnlandi. Í gjár var stór søga, at ein 11 ára gamal drongur legði mynd á netið av sær og Christian Eriksen, sum hann hitti á einari strond á Fyn.

 

-Eg havi stóra virðing fyri Kekkia, sum eigur sera gott fótbóltslið, ið vísir góð liðavrik og eigur fleiri góðar úrmælingar, sigur Kasper Hjulmand, ið undir EM kappingini av álvara er vorðin kendur kring fótbóltsheimin sum leiðari við stórum karisma og sum stórur snillingur á taktiska økinum.

 

Í Baku vera tað yvir 30 hitastig í kvøld, og tað er bági fyri bæði Danmark og Kekkia.

 

Danmark og Kekkia hava tvær ferðir áður dystast í EM endaspæli, og í báðum førum endaði Kekkia omaná.

 

Í 2000 vann Kekkia 2-0 í bólkaspælinum, og í 2004 vann Kekkia 3-0 í fjórðingsfinaluni.

 

Danmark og Kekkia hittust í vinardysti í Kekkia í november 2016. Tá endaði tað 1-1. Síðst Danmark vann ímóti Kekkia var 22. mars í 2013, tá ið Danmark í Kekkia vann HM undankappingardyst 3-0.

 

Danski landsliðsvenjarin Kasper Hjulmand er ógvuliga væl umtóktur