Danir fara at eftirlíka ynskinum úr Føroyum

Danski ráðharrin hevur váttað, at vilja føroyingar loyva samkyndum at giftast, fer danska stjórnin at eftirlíka ynskinum. Men tað verður neyvan fyrrenn í heyst

Samtykkir Løgtingið at samkynd skulu sleppa at giftast borgarliga í Føroyum, fer danska stjórnin ikki at himprast við at seta neyðugu broytingarnar í verk.

Tað meta teir báðir føroysku fólkatingsmenninir, Sjúrður Skaale og Magni Arge.

 

Løgtingið hevur samtykt at broyta hjúnabandslógina, men málsøkið er danskt og tískil skal danska fólkatingið eisini samtykkja málið.

 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna á økinum, sigur, at hon fer beinanvegin at taka málið upp og vónin er, at tað kann avgreiðast, áðrenn Fólkatingið fer í summarfrí um ein mánað.

 

Men teir báðir fólkatingsmenninir duga ikki at síggja fyri sær, at tað fer at vera nakar trupulleiki.

Magni Arge sigur, at royndirnar vísa, at Fólkatingið er ikki sinnað at leggja seg út í mál, Løgtingið hevur samtykt. Tí væntar hann ikki, at tað fer at elva til trupulleikar, leggur hann afturat.

 

Magni Arge sigur, at í fyrstu syftu er hetta ein spurningur ímillum landsstýrið og danska ráðharran. Men í tann mun, tað verður brúk fyri, at føroysku fólkatingsmenninir skulu hjálpa til, eru teir sinnaðir til tað.

 

Sjúrður Skaale er samdur í, at viðgerðin í Danmark verður neyvan nakar trupulleiki í hesum føri.

Hann vísir eisini á, at fyri at beina allan iva av vegnum, spurdi hann beinleiðis danska ráðharran í almanna- og innlendismálum, Karen Elleman, fyrr í ár, um, hvørja støðu, danska stjórnin fer at hava til eina umbøn úr Føroyum um at broyta hjúnabandslógina, so at samkynd kunnu giftast í Føroyum.

 

Hon sigur, at "regeringen naturligvis imødekomme ønsket om at ændre ægteskabslovgivningen, så det bliver muligt for to personer af samme køn at indgå ægteskab på Færøerne".

 

Men hon staðfestir eisini, at fyri at hava formligu viðurskiftini í lagi, skal málið sendast avvarðandi pørtum til hoyringar.

 

Hinvegin hevur Sjúrður Skaale lítið álit á, at tað fer at eydnast at fáa Fólkatingið at samtykkja málið, áðrenn tað fer í summarfrí tíðliga í næsta mánað.

- Hóast tað kann ganga skjótt, tá ið málið er liðugt fyrireikað úr Føroyum, ivist eg kortini í um tað ber til at avgreiða tað upp á ein mánað, sigur hann.

 

Sjúrður Skaale sigur, at nú er hetta fyrst og fremst ein spurningur ímillum Sirið Stenberg og Karen Elleman. Men tá ið tað kemur í Fólkatingið, verður tað helst eisini lagt fyri Føroyanevndina, og har fari eg at grundgeva so væl fyri, sum til ber, leggur hann afturat.