Danir fara eins og føroyingar at taka royndir av øllum við sjúkueyðkennum

Øll við sjúkueyðkennum kunnu nú blíva kannað fyri koronavirus

Nú fara danir at taka royndir av øllum teimum, sum hava koronavirus-sjúkueyðkenni. Hesum boðaði danski heilsumálaráðharrin, Magnus Heunicke frá á tíðindafundi í áðni.

– Um tú hevur turrhosta, um tú hevur fepur, ella um tú hevur trupulleikar við andadráttinum, so heita vit á teg um at ringja til læknan, so tú kanst fáa møguleika at blíva kannaður skjótast gjørligt, sigur Magnus Heunicke.

Higartil hevur tað verið soleiðis, at ikki ein og hvør dani kann blíva kannaður fyri koronavirus. Tey við mildum sjúkueyðkennum fingu at byrja við boð um at halda seg heima í sóttarhaldi, tí bara tey við álvarsligum sjúkueyðkennum kundu blíva kannað. Síðani broyttu myndugleikarnir strategi, soleiðis at tey við mildum sjúkueyðkennum kunnu kannast - og nú hevur mann so enn einaferð broytt strategi til eina strategi, sum minnir um tað, mann hevur gjørt í Føroyum.

Í Føroyum hevur mann tikið royndir av øllum við sjúkueyðkennum, og hetta hevur verið ein effektivur máti at fyribyrgja og hava tamarhald á smittuni, meta føroysku myndugleikarnir. Somu meining hava donsku myndugleikarnir nú.

– Hetta er tann effektivasti mátin at steðga smittuketuni, segði Magnus Heunicke á tíðindafundinum.