Eftir dramatiska sigurin á Russlandi og spennandi javnleikin móti Íslandi skuldu danir í gjár takast við Týskland, og tað gekk sum eftir ánni.
Endaliga úrslitið av dystinum gjørdist 27-21 til Danmark, sum við hesum gjørdist nummar tvey í bólkaspælinum.
Serliga var tað verjan, sum riggaði nakað nógv betur, enn hon hevur gjørt í hinum dystunum, og so lá brádliga væl fyri hjá Kasper Hvidt í málinum at toga stórspælið fram, tá týskarar í løtum hóttu donsku leiðsluna.
Mikudagin er so fjórðingsfinalan á skránni, og her skal Danmark spæla móti Kroatia, sum gjørdist nummar trý í bólki B. Kroatia hevur higar til spælt tað mesta av tíðini uttan stórspælaran, Ivano Balic, sum hevur verið skaddur. Men móti Kina var hann á vøllinum í 12 minuttir, og roknað verður við, at hann verður á vøllinum frá byrjan, nú avgerandi dystirnir standa fyri framman.