Hetta visti vinnuvitan.fo at siga týsdagin. Hetta úrslitið ger, at Danmark liggur heilt í oddinum, hvat viðvíkur lýsingum á alnetinum. Á ovastu rók liggur Ongland við 618 kr. fyri hvønn alnetbrúkara, meðan amerikumenn nýta 455 kr. fyri hvønn alnetbrúkara. Háost danir liggja so ovarlaga á listanum, so heldur FDIM, sum er felagið fyri alnetmiðlar í Danmark, at menningin innan lýsingar á alnetinum er sera positiv í Danmark.