Danir sakna ikki Blachman

Provokerandi, freki og eitt sindur skemtingarsami dómarin í X-Factor 2009 er ikki við aftur í dómarapanelinum í ár, og eftir øllum at døma sakna danir ikki at síggja Blachman. Fleiri danskar heimasíður hava seinastu vikuna havt kanningar á heimasíðum teirra, har tey spyrja lesararnir, um tey sakna Thomas Blachman í X-Factor, ella um kappingin er betri uttan hann.

 

Á øllum heimasíðum er tað umleið 45-50 prosent av lesarunum sum halda, at sendingin avgjørt er betri uttan Thomas Blachman, meðan tað eru okkurt um 30 prosent, sum sakna hann í dómarapanelinum.

 

Í X-Factor 2009 var Blachman heldur ópopulerur millum føroyskar X-Factor fjepparar, tí hann ferð eftir ferð legðist eftir Lindu Andrews, og setti spurnartekin við hennara framførslur.

 

Komandi viku skal enn ein føroysk kvinna royna seg í X-Factor. Tá skal vinnarin av Ársins Songrødd 2008, Anna Nygaard, framføra fyri dómarunum til audition. Hvørt hon sleppur víðari ella ikki verður greitt komandi fríggjadag, men tað verður í øllum førum ikki við Thomas Blachman í avgerandi dómarasessinum.