Danir settu íslendingar upp á pláss

Ísland vann leygardagin heili 3-0 á útivølli ímóti Norðurírlandi í EM-dysti, og tí var spenningurin stórur til dystin ímóti Danmark á Laugardalsvøllinum í Reykjavík í gjárkvøldið. 
Danir punkteraðu dystin longu í fyrra hálvleiki, tí teir løgdu seg fram um 2-0. Dennis Rommedahl skoraði longu eftir 5 minuttir, og í 26. minutti økti Jon Dahl Thomasson til 2-0 eftir framúr kontraálop.
Íslendingar royndu at spæla hart og kontant ímóti dønum, men teir gjørdu nógv fríspørk. Besta kjansin hevði Eiðun Smári Guðjohnsen, tá ið støðan var 1-0 til Danmark. Eiður var púra leysur, men danski málmaðurin bjargaði sera væl.