Danir spara upp sum ongantíð fyrr

Tað privata innlánið í teimum donsku peningastovnunum hevur ongantíð verið so stórt sum nú, og í meðal eigur hvør dani, ung sum gomul, 146.700 krónur í part í peningastovnunum. Bara í síðsta mánað vaks uppsparingin meiri enn 4,5 milliardir krónur.

Tilsamans eiga danir nú 818 milliardir krónur innistandandi í peningastovnunum. Tað er nýtt met og góðar fýra milliardir krónur meiri enn fyri einum mánað síðani.

818 milliardir krónur svarar til helmingin av teirri donsku bruttotjóðarframleiðsluni.