Danir væl nøgdir við HM-lutakastið

Fótbóltur: Danmark er komið í bólk saman við Fraklandi, Saudi-Arabia og Suðurafrika

Hósdagin var lutakastið til HM-endaspælið í Fraklandi. Fyri danir var hetta gott lutakast, meðan norðmenn komu í truplan bólk.

Danir komu í bólk C, og tað gjørdu teir saman við vertstjóðini Frakland, Saudi-Arabia og Suðurafrika.

­ Tað kundi lættliga verið nógv verri, var fyrsti reaktiónin hjá danska landsliðsvenjaranum Bo Johansson eftir lutakastið.

­ Frakland má metast at vera favorittur til at vinna bólkin, men tað kann vera ein fyrimunur fyri okkum, at stórt trýst fer at liggja á teimum.

Frakland hevur bert tapt ein landsdyst seinastu trý árini, og hann var móti júst Danmark í Parkini.

Nú danir aftur sleppa at royna seg móti Fraklandi, fáa teir fyri fyrstu ferð høvi at hevna 1-0 tapið í EM í 1984, sum eisini varð spælt í Fraklandi. Ta ferðina breyt føroyski landsliðsvenjarin Allan Simonsen beinið, og tað var dyggur smeitur hjá dønum.

Danskir eygleiðarar halda, at lutakastið hjá dønum valla fekk verið betri, og teir ivast ikki í, at danir koma víðari.

Noregi, sum er hitt norðurlandið í HM-endaspælinum, kom í sera truplan bólk, sum umframt Noregi er mannaður við Brasil, Skotlandi og Marokko.

Danska landsliðið leggur fyri við dysti móti Saudi-Arabia 12. juni í Lens, 18. juni spæla teir móti Suðurafrika í Toulouse, og seinasti innleiðandi dysturin er móti Fraklandi 24. juni í Lyon.


Bólkur A

Brasilia

Noregi

Skotland

Marokko


Bólkur B

Italia

Chile

Cameroun

Eysturríki


Bólkur C

Frakland

Suðurafrika

Saudi-Arabia

Danmark


Bólkur D

Spania

Nigeria

Paraguay

Bulgaria


Bólkur E

Holland

Belgia

Suðurkorea

Mexico


Bólkur F

Týskland

USA

Jugoslavia

Iran


Bólkur G

Rumenia

Columbia

England

Tunis


Bólkur H

Argentina

Jugoslavia

Jamaica

Kroatia