Dánjal og ÍBV taptu triðju hálvfinaluna - eru á odda 2-1

Fjórða hálvfinalan millum ÍBV og Haukar verður leikt komandi mikukvøld

Dánjal Ragnarsson skoraði eitt mál fyri ÍBV, ið tapti triðju hálvfinaluna í bestu íslendsku hondbóltsdeildini fyri Haukum á útivølli á Hafnarfjørðinum í kvøld.

 

ÍBV var á odda 2-0 í hálvfinaluuppgerðunum og kundi við sigri á Haukum tryggja sær pláss í finalunum, men tað eydnaðist ikki.

 

Haukar vunnu dystin 28-25. 

 

Í fyrra hálvleiki gekk væl hjá ÍBV og vóru eyjamenn á odda 13-10 í steðginum, men í seinna hálvleiki gekk illa í hond.

 

Gongdin í dystinum: 1:2, 5:4, 7:7, 7:12, 9:13, 10:13, 13:15, 16:15, 18:18, 21:19, 23:21, 28:25.

 

Fjórða hálvfinalan verður leikt úti á Heimey komandi mikukvøld klokkan 20.30. Vinnur ÍBV tann dystin hava Dánjal og liðfelagarnir vunnið seg í finalurnar um íslendska meistaraheitið. 

 

Tapir ÍBV verður fimta hálvfinalan leikt á Hafnarfjørðinum komandi vikuskiftið.