Dánjal og ÍBV vunnu greitt í fyrru fjórðingsfinaluni

Rógvi Dal-Christiansen og liðfelagarnir í Fram vóru fyri stórtapi

Tað gjørdist eitt misjavnt kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku mansdeildini í hondbólti í kvøld. 

 

Dánjal Ragnarsson skoraði eitt mál tá lið hansara, ÍBV vann fyrru fjórðingsfinaluna á heimavølli móti Stjørnuni greitt 36-27. Í steðginum var ÍBV á odda 18-12. 

 

ÍBV hevur sostatt eitt ógvuliga gott útgangsstøðið til seinnu fjórðingsfinaluna á útivølli, ið verður leikt sunnudagin.

 

Rógvi Dal-Christiansen skoraði tvey mál fyri Fram, ið tapti stórt á útivølli í fyrru fjórðingsfinaluni móti Vali. Valur vann 34-24. Valur var á odda 18-11 í steðginum.

 

Tað verður ógvuliga torført hjá Rógva og liðfeløgunum at vinna leiðsluna innaftur í heimadystinum, ið verður leiktur komandi sunnudag.

 

Triðja føroyingaliðið, KA sum hevur Nicholas Satchwell og Allan Norðberg á liðnum leikar fyrru fjórðingsfinaluna móti Haukum á útivølli í annaðkvøld klokkan 20.30.