Danska fregnartænastan PET metir, at heili 135 persónar eru farnar úr Danmark fyri at luttaka í vápnaðum stríði í Miðeystri. Tað skrivar Danmark Radio.
Tað er í viðmerkingunum til eitt lógaruppskot hjá danska Løgmálaráðnum, ið skal banna ferðing til Sýria, at PET hevur gjørt vart við óhugnaligu hagtølini.
- PET metir, at í minsta lagi 135 persónur eru ella hava ferðast úr Danmark til Sýria og Irak, har teirra høvuðsendamál var at luttaka í hernaðarligum, muslimskum bólkum, serliga Islamska Statinum, skrivar PET í viðmerkingunum.
At talið av persónum, ið hava ferðast til Sýria ella Irak úr Danmark hevur verið høgt, er ikki nakað nýtt. Áður hevur tó verið upplýst, at talið var umleið 125, men er tað nú hækkað við 10 persónum afturat.
PET metir, at umleið helmingurin av teimum, ið hava luttikið í slíkum stríði, eru vend aftur til Danmarkar, og er tað ein hóttan, ið teir taka í álvara.
- Tey sum eru komin heim aftur frá krígnum í Sýria og Irak eru ein veruliga yvirgangshóttan móti Danmark. Orsøkin er tær royndir og eginleikar, ið tey hava ognað sær, og tí tey eru vorðin meira víðgongd, rá og klár at fremja harðskap, segði PET í síðstu viku, tá fregnartænastan handtók nakrar persónar, ið høvdu verið í Sýria ella Irak.