Danmark fær fyrimun av veðurlagsbroytingunum

Eins deyð, annans breyð sigur tað gamla orðafellið. Soleiðis verður tað eisini við veðurlagsbroytingunum, og sambært granskarum verður Danmark eitt av teimum londunum, sum fáa fíggjarligt gagn av broytingunum.

Granskararnir hava roknað seg fram til, at í meðal verður tað millum 0,6 og 2,5 stig lýggjari í Skandinavia um eini 15 ár og millum 1,7 og 3,8 stiog lýggjari í 2050 enn nú.

Samstundis vísa granskararnir á, at meðalhitin í Danmark er longu nú 1,5 stig oman fyri meðalhitan í 1870´unum.

Umframt meiri hita vænta granskararnir minni avfall í Danmark, og samanumtikið verður veðrið í Danmark, soleiðis sum tað er í Norðurfraklandi nú. Tað fer at gagna Danmark, siga granskararnir.