Hondbóltur
Norðurlendska HM-grannauppgerðin millum Danmark og Noreg endaði við einum 32-28 sigri til Danmark, sum sostatt tekur 4 stig við sær til millumumfarið. Norðmenn fara stigaleysir víðari til millumumfarið, meðan Serbia hevur 2 stig, aftaná 27-26 sigurin á Noregi ígjár. Norðmenn vónaðu, at Brasilia fór at sigra á Egyptalandi. So hevði Brasilia fari fram um Serbia, og Noreg hevði fingið bæði stigini, sum vóru vunnin ímóti Brasilia við sær í millumumfarið. Brasilia tapti 25-22.
Størsti munurin millum Danmark og Noreg vóru Kasper Hvidt í málinum, og Mikkel Hansen. Kasper Hvidt hevði, sum so mangan áður nógvar góðar bjargingar. Steinar Ege stóð ikki illa í norska málinum, men Kasper Hvidt hevði munin. Kristian Kjelling skeyt 9 mál fyri Noreg, og gjørdi sítt fyri at halda teir inni í dystinum. Men tann, sum stjól myndina var tað unga danska supertalentið Mikkel Hansen, sum skeyt 10 mál. Dalibor Doder og Jonas Larholm gjørdu sítt fyri at halda Svøríki inni í dystinum ímóti Kroatia í bólki B. Teir skutu 7 mál í part, men Kroatia vann bólkafinaluna við 30-26, aftaná at hava verið á odda 14-13 í hálvleikinum.
Úrslitini hósdagin:
Bólkur A :
Frakland-Ungarn 27-22
Slovakia-Rumenia 28-23
Argentina-Australia 36-16
Bólkur B :
Spania-Suðurkorea 23-24
Kuwait-Kuba 23-26
Kroatia-Svøríki 30-26
Bólkur C :
Makedonia-Russland 36-30
Týskland-Pólland 30-23
Tunesia-Algeria 36-25
Bólkur D :
Danmark-Noreg 32-28
Egyptaland-Brasilia 25-22
Serbia-Saudi Arabia 38-29