Mikudagin varð nógv umtalaða forboðið móti at fjala andlitið sett í gildi í Danmark og longu tveir dagar eftir varð fyrsta kvinnan skuldsett fyri at bróta lógina. Tað skrivar Ritzau tíðindastovan.
Tað er Nordsjællands Politi, ið upplýsir at ein 28 ára gomul kvinnan bleiv tikin fyri at ganga í eini nikab. Tað var tá løgreglan bleiv boðsend eftir tveimum kvinnum, ið vóru farin til hendurs, at onnur teirra bleiv skuldsett fyri at ganga í nikab.
- Undir bardaganum misti onnur kvinnan sín nikab, men tá vit komu á staðið, hevði hon tikið hann á aftur, upplýsir vaktleiðarin hjá Nordsjællands Politi fyri Ritzau.
Báðar tvær blivu skuldsettar fyri brot á politiviðtøkurnar, men bleiv tann 28 ára gamlan eisini skuldsett fyri at brot á burkaforboðið.
Sambært Ritzau, fær tann 28 ára gamlan kvinna eina bót upp á 1000 krónur fyri at bera nikab.
Forboðið merkir, at øll pløgg ella lutir, sum fjala andlitið, verða bannað á almennum støðum. Tað kann vera burka, niqab, elefanthúgvur, húgvur, hettur, turrikløð, maskur, hjálmar, heilfjalandi draktir og leys skegg.