Danmark ímóti endurgjaldi fyri øskuskýggj

Í morgin fara flutningsmálaráðharrarnir í ES at tingast um møguliga fíggjarhjálp til flogfeløgini, sum mistu nógvar pengar orsakað av øskuni úr Eyjafjallajøkli. Danmark fer at atkvøða ímóti stuðuli. Tað sigur flutningsmálaráðharrin, Hans Christian Schmidt.

-Almennur stuðul er ósunnur, tí tað slepst ikki undan, at stuðul frá tí almenna avlaðar kappingina so ella so, sigur ráðharrin við Ritzau-tíðindastovuna.

Hans Christian Schmidt vil tó ikki avvísa, at tað almenna Danmark kanska fer at veita SAS stuðul, um onnur lond í Evropa veita sínum flogfeløgum stuðul.

Flutningskommiserurin hjá ES, Siim Kallas, hevur sagt, at øskan úr Íslandi hevur kostað flogfeløgunum og vinnulívinum næstan 18,6 milliardir krónur.