Skip og bátar, sum verða nútímansgjørd ella skift út við nýggj fiskifør, gerast meira lønandi enn tey gomlu vóru Í Føroyum fóru vit á sinni úr eini djúpari studningsgrøv niður í eina aðra grøv, ið er næstan líka so djúp sum hin fyrra.
Tað er ikki ?smart? longur í okkara landi við almennum stuðli at eggja til endurnýggjan av okkara fiskiskipaflota, ei heldur at hjálpa eini møguligari alternativari vinnu í gongd.
Og kortini skulu vit kappast - ikki á jøvnum føti - við okkara grannar, ið veita stórar upphæddir í studningum, eisini til vinnuna.
Nógvir danskir skipa-og bátaeigarar fáa stuðul til nútímansgerð av fiskiskipaflotanum.
Danmark og ES kunnu nevniliga veita heilt upp í 40% av íløguni til nútímansgerð í stuðli.
Tað skrivar Fiskeri Tidende.
Danskir skipa-og bátaeigarar skifta út gomlu skipini við nýggjari og betri skip - og aðrir lata nýggj skip byggja.
Fyrimunirnir við hesum, siga danir eru, at tann parturin, sum eftir er av fiskiskipaflotanum, gerst meira lønandi, tá hann er nútímansgjørdur.
Miðalaldurin hjá føroyska fiskiskipaflotanum er høgur, serliga innan ávísar skipabólkar, eitt nú línuskipini.