Danmark er til reiðar til EM í Týsklandi næsta summar. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danmark til reiðar til endaspælið í Týsklandi

Danmark vann í kvøld 2-1 á Slovenia og hevur vunnið sær atgongumerið til endaspælið í EM í fótbólti í Týsklandi næsta ár.

 

Danmark er til reiðar til EM í Týsklandi næsta summar. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danmark skal til endaspælið í EM í Týsklandi næsta ár. Tað er greitt, nú Danmark í kvøld vann 2-1 á Slovenia í Parkini í Keypmannahavn.

Danmark skal annars spæla ímóti Norðurírlandi í síðsta dystinum, meðan Slovenia skal til Kasakstan at stríðast um hitt atgongumerkið í bólkinum til EM endaspælið.

 

 

 

 

 

Danmark er til reiðar til EM í Týsklandi næsta summar. - Foto: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix