Danmark umhugsar at steingja fyri russiskum ferðafólki

- Vit vilja hyggja at øllum uppskotum, sum kunnu raka Russland og Putin fyri at fáa landið at steðga ólógligu krígsførsluni í Ukraina, sigur danski uttanríkisráðharrin.

Í einari samrøðu í Washington Post heitir ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, á vesturheimin um at herða tiltøkini móti Russlandi og steingja landamørkini fyri russiskum ríkisborgarum. 

 

- Tey týdningarmestu tiltøkini nú eru at steingja landamørkini, tí russar taka onnur lond, sigur ukrainski forsetin, sum heldur, at ein víðkan av tiltøkunum nú eisini eigur at raka vanliga russaran.

 

Danska tv2 hevur spurt uttanríkisráðharran, Jeppe Kofod, um eitt slíkt stig kundi blivið aktuelt í Danmark.

 

- Vit vilja hyggja at øllum uppskotum, sum kunnu raka Russland og Putin fyri at fáa landið at steðga ólógligu krígsførsluni í Ukraina, sigur danski uttanríkisráðharrin.

 

Hann leggur kortini aftrat, at Danmark kann ikki taka eitt slíkt stig einsamalt. 

 

- Tað, sum ger mun, er, tá vit gera tað sama, sum Evropa ger - saman við okkara amerikansku og kanadisku vinum og saman við londum í Asia og við Kyrrahavið, sum stuðla okkum, sigur hann.

 

Russiskir ríkisborgarar kunnu ferðast inn í ES við ferðavisum. Eisini finski forsætisráðharrin, Sanna Marin, hevur sagt, at londini eiga at avmarka atgongdina hjá russiskum ríkisborgarum um landamørkini.

 

- Tað eigur ikki at vera soleiðis, at russisk ferðafólk bara kunnu ferðast frítt, samstundis sum Russland førir kríggj í Evropa. Men, hetta er trupult, og hetta snýr seg ikki bara um, hvørji visum Finnland loyvir.

 

Sanna Marin heldur, at londini í Evropa eiga at finna felags loysnir í hesum sambandi.