Dannebrog veitraði fyri drotningini

Margretha drotning fyllir 75 ár í dag.

Margretha drotning fyllir 75 ár í dag.

 

 

Boað er frá, at hon seinni í summar vitjar í Suðuroynni.

 

Um tað var hetta sum gjørdi, at Dannebrog í dag sást veitra í Vági, skal her verða ósagt,

 

Í øllum førum sást Dannebrog í húnar hátt í Vági í morgun.

 

Søgur vilja tó vera við, at tað ikki var eigarin av flaggstongini, ið vant Dannebrog á stong. Heldur royndi onkur at spæla honum eitt puss, og tískil gjørdi hetta í skemti.

 

Hvussu er , og ikki, so hevur eigarin av flaggstongini tikið væl undir við skemtinum, tí Dannebrog fekk loyvi at veitra í allan dag.